Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Semja undirskrivað við Maskinmeistarafelagið
Hetta eru fyrstu 3 sáttmálarnir av tilsaman nýggju sáttmálum við manningarfeløgini

 

 

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF), og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, undirskrivaðu í gjár semju um teir tríggjar sáttmálarnar millum feløgini. Talan er um ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskip og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.

 

Við semjuni verða sáttmálarnir longdir til 1. mars 2019 við ávísum broytingum. Eftirlønin hækkar 1. mars 2017 við 1 % til 9 % og aftur 1. mars 2018 við 1 %, so eftirlønin tá er á 10 %. Tilsaman hækka løn og eftirløn við ávikavist 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið. Hetta er sama hækking, sum feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið í hesi samráðingarrunduni.

 

Samráðingarnar gingu væl, og RFF fegnast um, at semja varð um nýggjar sáttmálar við Maskinmeistarafelagið, áðrenn galdandi sáttmálar ganga út.

 

Fríggjadagin hesa vikuna byrja samráðingar millum Fiskimannafelagið og RFF. Eingin fundur er enn avtalaður við Føroya Skipara- og Navigatørfelag. 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi