Tíðindi: Ferðavinna Ι .
Heiðursbrøv í ferðavinnuni
Aftur í ár verða heiðursbrøv handað á Ferðavinnustevnuni.

Bólkarnir í ár eru:

 

Ársins ferðavinnufólk:
Tey, ið gera eitt stórt og týdningarmikið arbeiði í gerandisdegnum, og sum dagliga eru í beinleiðis sambandi við ferðafólkini. Fólk sum eingin í ferðavinnuni kundi verið fyriuttan.


Ársins eldsál:
Tey, sum hava útmerkað seg við ótroyttiligum ágrýtni, framsóknum hugburði og brennandi huga fyri tí, sum tey hava lagt fyri dagin.
 

Ársins nýbrot:
Tey, sum hava dirvi og hugflog til at bróta upp úr nýggjum, sum hava fingið eitt nýtt hugskot og gjørt tað til veruleika. Øll kunnu vinna ársins nýbrot: einstaklingar, virkir, stovnar og felagsskapir. Treytin er bert, at tey í farna árinum skulu hava gjørt okkurt serliga nýnhugsandi, sum er við til at menna útboðið og støðið á ferðavinnutænastum í Føroyum.

 

Tilnevningar skulu sendast sum boð til Ferðavinnustevnuna ella sum e-mail til birita@industry.fo í seinasta lagi fríggjadagin 3. mars.

 

Í dómsnevndini sita Thora Augustinussen fyri Ferðavinnufelagið, Guðrið Højgaard fyri Visit Faroe Islands og Sølvi Simonarson fyri Kunningarstovurnar.

 

Heiðursbrøvini verða handað á veitsluni á Hotel Føroyum.

 

Melda til Ferðavinnustevnuna her 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi