Tíðindi: Ferðavinna Ι .
Nýggjur formaður í Ferðavinnufelagnum
Nevndin í Ferðavinnufelagnum var afturvald á aðalfundinum 24. apríl.

Nevndin í Ferðavinnufelagnum. Hans Jákup Kollslíð vantar á myndini

 

Sum siðvenja er, hevur nevndin skipað seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin. Nýggjur formaður í felagnum er Árni Olsen, sum tekur yvir eftir Thoru Augustinussen. Henny á Líknargøtu er nýggjur næstformaður, og tekur hon yvir eftir Oddbjørg Højgaard. Harumframt telur nevndin Hans Jákup Kollslíð. Sakaris Frederiksen er tiltakslimur.

 

Nýggj heildarætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum var løgd fram fyri góðum mánaði síðani. Ferðavinnufelagið fer í næstum at fylgja týdningarmestu tilmælunum upp. 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi