Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Set X í kalendarin 15. september
Vinnudagurin 2017 verður fríggjadagin 15. september, og aftur í ár verður Norðurlandahúsið karmur um sjálvan Vinnudagin, sum endar við góðari veitslu um kvøldið.

 

Í ár verða spennandi fyrilestrar við Walter Qvam, fyrrverandi forstjóra í Kongsberg, Tommy Ahlers, íverkseta og Graham Stewart, stjóra í Faroe Petroleum. Harafturat hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag latið gjørt eina kanning av kappingarføri Føroya. Í løtuni verður síðsta hondin løgd á hesa kanning, sum verður løgd fram á Vinnudegnum.

 

Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

 

Melda til tíðindabræv okkara, so fært tú boð beinanvegin, nærri kunning verður um Vinnudagin 2017.

 

Ársins Átak 2016 var SheepView, sum síðan hevur vunnið nógvar aðrar virðislønir.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi