Tíðindi: Áskoðan Ι .
Botnfiskastovnarnir mugu fáast aftur á beint
Havstovan staðfestir í sínum nýggjasta tilmæli enn einaferð, at fleiri botnfiskatovnar eru sera illa fyri, og hava alla vernd fyri neyðini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at politiska skipanin nú í alt ov langa tíð hevur vent deyva oyrað til ráðgevingina. Nú mugu stig takast, til frama fyri føroysku botnfiskavinnuna og føroyska samfelagið alt.

 

Tilmælið frá Havstovuni fyri fiskiskapin komandi fiskiár er komið, og eins og undanfarin ár er talan um óhugnaligan lesnað. Havstovan staðfestir, at toska- og hýsustovnurin eru sera illa fyri, meðan upsastovnurin tó er hampuliga væl fyri. Havstovan mælir til, at veiðitrýstið eftir toski og hýsu verður minkað munandi, meðan veiðitrýstið á upsanum er í hægra lagi, í mun til tað, sum gevur mestu varandi veiðu yvir tíð.

 

Í áravís hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag mælt til at fylgja tilmælunum um at skipa fiskiskapin burðardygt, men lítið hevur munað. Stovnarnir á fleiri botnfiskasløgum eru nú so niðurfiskaðir, at tað, sum í stóran mun heldur skipum og bátum aftur frá at trároyna stovnin uppaftur meir er, at tað ikki loysir seg nóg væl búskaparliga at fara á botnfiskaveiðu undir Føroyum.

 

Veruleikin er, at vit á fleiri botnfiskasløgum í dag hava frítt fiskarí, uttan nakra munadygga regulering. Vit eru endaði í tí, sum verður rópt “the tragedy of the commons”: ein týðandi partur av botnfiskatilfeinginum er niðurpínt, tí reguleringin ikki hevur verið nóg munagóð og skipað.

 

Støðan er hættislig, og ein ætlan má gerast og fylgjast fyri at stovnarnir skulu hava møguleika at koma fyri seg aftur. Tá stovnarnir so eru komnir fyri seg aftur, mugu umsitingarætlanir regulera fiskiskapin, so vit yvir tíð fáa sum mest burturúr stovnunum.

 

Havstovan mælir sum eitt fyrsta stig til at taka teir óbrúktu dagarnar úr skipanini. Endamálið við hesum er serliga at tryggja, at ein batnandi tilgongd til stovnarnar í komandi tíðum ikki verður forðað av einum ov høgum veiðitrýsti við tað, at óbrúktir dagar gerast aktivir aftur. Harumframt mælir Havstovan til at skerja 50% av brúktu fiskidøgunum hjá teimum bólkum, sum serliga veiða tosk og hýsu. Havstovan hevur eisini onnur tilmæli, sum kunnu geva stovnunum umstøður at vaksa aftur.

 

Umframt tilmælið hjá Havstovuni eru í lógaruppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum er lagt fyri Løgtingið, fleiri skilagóðar reguleringar, sum kunnu viðvirka til at tryggja ein burðardyggan fiskiskap. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við at skipa fiskiskapin við umsitingarætlanum og kvotum, og at herða revsingina fyri ólógligan fiskiskap. Líka mikið hvussu leikur fer við øðrum pørtum av lógaruppskotinum, eigur hesin parturin av nýskipanini at verða samtyktur.

 

Tað er tó eingin orsøk til at bíða eftir broyttari fiskivinnulóggávu fyri at fylgja tilmælunum frá Havstovuni. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir Fiskimálaráðharranum Høgna Hoydal og Løgtinginum til beinanvegin at taka stig til at skipa fiskiskapin burðardygt, og felagið fer til eina og hvørja tíð at bakka upp um og forsvara, at slík neyðug stig verða tikin.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi