Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Mint verður á oljuráðstevnuna, ið verður á Hotel Hafnia 20. mai.
Oljuvinnufelagið, Oljutingið og Miðlahúsið skipað í felag fyri ráðstevnuni.

 

 
Enn eru nøkur pláss eftir til oljuráðstevnuna 2010. Á skránni eru fleiri áhugaverdir fyrilestrar. M.a. fer umboð fyri ENI at greiða frá Anne Marie brunninum, DONG fer at greiða frá oljuleiting vestan fyri Hetland og Morten Hahn-Pedersen fer at greiða frá Esbjerg fyri og eftir oljuna.
 
Føroysku luttakararnir verða stjórin á Jarðfeingi, Petur Joensen, fyrrverandi formaðurin í Oljuráðleggingarnevndini, Árni Olafsson og Martin Heinesen, leiðari fyri landgrunsverkætlanina.
 
Ráðstevnan byrjar kl. 8.30 og verður sett av Johan Dahl, landsstýrismanni við Oljumálum.
 
Aftaná tiltakið á Hotel Hafnia verður hugnaløta í Miðlahúsinum/Miðlagarðinum við tónleiki og onkrum løttum afturvið.
 
Kostnaður fyri tiltakið er 900 kr fyri limir í Oljuvinnufelagum og Oljutinginum og 1.250 kr fyri ikki limir.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi