Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Aðalfundur í Føroya Havbúnaðarfelag

 

Føroya Havbúnaðarfelag hevði aðalfund 7. mai 2009. Nevndin varð øll afturvald og í henni sita: Ragnar Joensen, Marine Harvest; Atli Gregersen, Luna; Bogi Jacobsen, Viking Seafood; Frímund Hansen, Vestlax og Regin Jacobsen, Faroe Salmon. Tiltakslimir vóru valdir Erhard Joensen, Faroe Farming og Odd Eliasen, Havsbrún.
 
Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
 
Á aðalfundinum var ársfrágreiðingin hjá felagnum løgd fram.
 
Á aðalfundinum var nýggja búmerki hjá felagnum lagt fram fyri limunum. Felagið eitur nú Havbúnaðarfelagið við enska heitinum Faroese Fish Farmers.
 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi