Tíðindi: Ráðgevaravinna Ι .
FRI og Danske Ark á vitjan hjá Ráðgevarafelagnum
Í dag er FRI (Foreningen for rådgivende ingeniører) og Danske Ark, sum eru donsku systirfeløgini hjá Ráðgevarafelagnum, á vitjan.

 

 

Í sambandi við vitjanina, er fundur millum felgini í Vinnuhúsinum í morgun kl 10.00. Seinnapartin í dag kl. 14.00 verður fundur millum limirnar í Ráðgevarafelagnum og umboðini fyri FRI og Danske Ark á Hotel Hafnia.

 

Á fundinum við limirnar í Ráðgevarafelagnum kunna tey um gongdina í vinnugreinunum og um tær raðfestingar, sum FRI og Danske Arkitektvirksomheder arbeiða eftir, harundir tryggingarloysnin hjá FRI og ABR.

 

Frá Danske Ark luttekur formaðurin Kolja Nielsen og stjórin Lene Espersen.

 

Frá FRI luttaka formaðurin Carsten Toft Boesen og stjórin Henrik Graver.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi