Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Nú kunnu øll melda til Vinnudagin 2017
Fríggjadagin 15. september verður Vinnudagurin, og nú ber til hjá øllum at melda til. Vinnudagurin er altíð vælumtóktur millum føroyskt vinnulívsfólk og tey, sum onkursvegna hava samband við føroysku vinnuna.

 

Aftur í ár kann staðfestast, at undirtøkan fyri Vinnudegnum er stór. Inntil í dag var einans gjørligt hjá limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess at melda til, men nú er tilmeldingin opin fyri øllum.

 

Til ber at melda til Vinnudagin á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

 

Filmurin niðanfyri frá Vinnudegnum 2016 gevur eina góða hóming av hví, hvør og hvussu, tá tað til Vinnudagin kemur. Les annars meira um Vinnudagin her. 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi