Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Seinasta freist at melda til Vinnudagin er í morgin
Hátíðardagurin hjá føroyskari vinnu verður fríggjadagin. Áhugin fyri Vinnudegnum er aftur í ár stórur, og væntandi verða knapt 400 føroysk vinnulívsfólk og fólk, sum hava tilknýti til føroyska vinnu, í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. september.

 

Skráin fyri Vinnudagin 2017 er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum, spennandi kjaki og sjálvandi avdúkingini av Ársins Virki og Ársins Átaki.

 

Á skránni eru fyrilestrar við Walter Qvam, nevndarformanni í m.a. SINTEF og DIGITALNORWAY og fyrrverandi samtaksstjóra í Kongsberg, Tommy Ahlers, íverksetara og dómara í sendingini Løvens Hule á DR, og Graham Stewart, stjóra í Faroe Petroleum. Eisini verður spennandi nýggj frágreiðing kunngjørd sum lýsir føroyska kappingarføri, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur latið gjørt.

 

Tilmelding til Vinnudagin fer fram á www.industry.fo ella við at ringja til Vinnuhúsið á telefon 309900.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi