Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Røðan hjá formanninum í Føroya Arbeiðsgevarafelag á Vinnudegnum 2017
Bogi Jacobsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, helt á Vinnudegnum 2017 hesa røðu:

 

Sum formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag er tað mær ein heiður á fyrsta sinni at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til Vinnudagin.

 

Eg gleði meg at sleppa at hátíðarhalda føroyskt vinnulív og saman við tykkum heiðra tey, sum í dag verða vald til Ársins Virki og Ársins Átak.

 

Jeg vil også gerne bruge lejligheden til at ønske både vores færøske og vores udenlandske foredragsholdere hjertelig velkommen. Vi sætter stor pris på at have jer her i dag, og ser frem til at høre jeres foredrag i eftermiddag.

 

Framvegis er tað so, at tað gongur væl í Føroyum. Vøkstur er, og merkja flest øll í vinnulívinum, at nógv er at takast við. Tá nógv er at takast við, er eisini umráðandi, at vit geva okkum stundir til at hittast, fáa fakligt íkast til okkara arbeiði, umframt at vit brúka høvi at samskifta óformliga við tey, sum vit samstarva við.

 

Seinastu tíðina hevur fleiri ferðir verið nevnt, at tað skulu breiðar herðar til í góðum tíðum. Tað er ein sannleiki flest okkara kunnu taka undir við. Eg fari tó at leggja afturat, at tað eisini hevur alstóran týdning, at vit í góðum tíðum nýta høvið til at seta fokus á tey viðurskifti, sum kunnu flyta okkum longri fram á leið.

 

Vit hava megnað at fylgt við og brúkt tøkniliga framburðin seinastu 30 árini, hóast hann hevur verið stórur, og tað hevur gingið skjótt. Komandi árini fara tó allarhelst at ganga uppaftur skjótari í mun til tøkniligar broytingar, og tað er umráðandi, at vit gera okkum klár til hesa menning og læra okkum at gagnnýta hana. Annars kunnu vit missa fótafesti og ikki klára okkum í kappingini.

 

Aftur í ár peikar skráin á Vinnudegnum inn í framtíðina. Ta framtíð, sum vit øll við vissu vita, at vit ikki vita nóg nógv um, og sum til tíðir kann kennast sum ein labyrint at flyta seg gjøgnum. Sjálvandi hava vit eitt ávíst innlit í, hvaðar tøknin er í ferð við at flyta okkum, og vónandi og ofta endar tað við, at vit koma á rætta stað.

 

Við fyrilestrunum í dag fáa vit meira ítøkiliggjørt, hvat framtíðin hevur at bjóða. Fyrilestrarnar snúgva seg m.a. um summi av teimum viðurskiftum, sum vit hava á politisku og vinnuligu dagskránni her hjá okkum. Eg hugsi um talgilding av samfelagnum, sum uttan iva verður ein avbjóðing, men eisini eitt mál, sum fer at flyta okkum longri fram á leið. Váðafúsan kapital og handalag til at fáa nýggjar fyritøkur at koma undan er somuleiðis ein sera týdningarmikil avbjóðing.

 

Frágreiðingin, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur latið gjørt til Vinnudagin 2017, peikar eisini inn í framtíðina. Seinnapartin fáa tit framløgu av úrslitunum av kanningini, sum er gjørd eftir leistinum hjá Word Economic Forum. Ein kanning, sum áður er gjørt í 2009, og sum vit nú kunnu samanbera úrslitini frá 2017 við. Tá fari eg at legga fram tey tilmæli frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum vit meta verða neyðug, fyri at Føroyar kunnu taka seg enn longri fram í kappingini við umheimin.

 

Skulu vit verða før fyri at taka á okkum komandi avbjóðingar, soleiðis at vit framhaldandi hava eitt kappingarført føroyskt vinnulív, er neyðugt at sett verður út í kortið.

 

Vinnan hevur tørv á einum vinnuumhvørvið, sum er forútsigiligt. Tað merkir ikki, at einki skal henda, men at vinnukarmarnir verða mentir á ein skipaðan hátt.

 

Karmarnir um vinnuna hava altíð tørv á at verða tillagaðir til tað betra, hvat tað so enn er. Men tað er sjálvdan – fyri ikki at siga ongantíð –  at tørvur er á at venda øllum á høvdið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur dent á at tala vinnunar søk til frama fyri støðugum og góðum kørmum. Og Vinnudagurin er avgjørt eitt tiltak, sum skal fremja samanhald og styrki millum einstøku vinnufyritøkurnar, so tit samlaðar kunnu standa sum vinnan.

 

Vælkomin øll somul!

 

Njótið nú dagin – bæði í Norðurlandahúsinum í dag og á veitsluni á Østrøm í kvøld.

 

Eg fari at ynskja tykkum ein góðan Vinnudag og gevi orðið til Høgna Hoydal, landsstýrismann í Fiskivinnumálum.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi