Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Semja undirskrivað millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk
Týsdagin 19. september skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undir semju um nýggjan tveyára sáttmála millum feløgini.

 

Sáttmálin er fyri miðlafólk, sum starvast í privatu miðlunum.

 

Semjan hevur við sær somu lønarhækking sum hinar semjurnar, Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt í hesi samráðingarrunduni. Hetta merkir, at 1. november í ár hækkar lønin við 2,2 %, og 1. november 2018 hækkar lønin við 2,3 % . 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi