Tíðindi: Oljuvinna Ι .
Heimleiðistiltak í Vinnuhúsinum í dag
Í dag kl. 15:00 fer Óluva Eidesgaard, jarðfrøðingur, at hava eina framløgu í við heitium ”Oljuríkt móðurgrýti eystanfyri Føroyar”. Nýggjar tulkingar av data av undirgrundini vísa spennandi úrslit og nýggjar møguleikar í føroyska økinum.

 

Seinastu árini hava starvsfólk á Jarðfeingi granskað og viðgjørt data av føroysku undirgrundini av nýggjum. Í Vinnuhúsinum í dag fer Óluva Eidesgaard at greiða frá úrslitunum, og hvørji útlitini eru at finna olju og/ella gas í rakstrarverdum nøgdum í Føroyum.

 

Tiltakið er partur av Vísindavøkan á ferð.

 

Oljuvinnufelagið bjóðar øllum vælkomin í Vinnuhúsið í dag kl. 15:00.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi