Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Skráin fyri FM fyri handverkslærlingar
Hósdagin byrjar FM fyri handverkslærlingar. Kappast verður í fakunum timbur, rørsmíð og hárfríðkan.

 

Kappingin verður skotin í gongd hósmorgunin kl 9:00. Lærlingarnir kappast tá í hálvan annan tíma, áðrenn sjálv setanin verður. Tað verður Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum setir tiltakið.

 

Meðan rørsmiðju- og timburlærlingarnir loysa eina stóra uppgávu yvir tveir dagar, er hárfríðkanar kappingin uppdeild í smærri uppgávur. Sostatt steðga hárfríðkanarlærlingarnir kl 14:30 hósdagin, meðan hini halda fram til kl 18:00.

 

Kappingarnar byrja aftur fríggjamorgunin og halda fram til kl 15:00, tá ið døming fer fram. Tað eru skoðanarmeistarar úr vinnuni, sum meta um avrikini og finna vinnararnar í ymisku fakunum.

 

Kl 17 verður steypahandan. Tað verður Rigmor Dam, Landstýriskvinna í Mentamálum, sum fer at handa vinnarunum steypini.

 

Øll skráin er her:

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi