Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Framgongd í kanadisku sjógætisvinnuni eftir fríhandilsavtalu við ES
Nýggja fríhandilsavtalan millum Kanada og ES, sum kom í gildi 21. september í ár, hevur longu økt munandi um áhugan fyri kanadiskum fiskavørum í ES, og økt virksemið í kanadisku sjógætisvinnuni.

 

Talan er um eina víðfevnda avtalu, har tollurin fyri 98 % av sjógæti verður strikaður, og har aðrir lættar so líðandi verða settir í verk.

 

Sambært umboðum fyri kanadisku sjógætisvinnuna eru fyrispurningar komnir frá kundum, sum higartil ikki hava haft nakran áhuga fyri kanadisku fiskavørunum, orsakað av tí tollinum, sum hevur verið á kanadisku fiskavørunum. Væntandi fer nýggja avtalan at vaksa munandi um útflutningin frá kanadiskum sjógætisfyritøkum til evropeiska marknaðin.

 

Føroyar hava eisini eina fríhandilsavtalu við ES, men kanadiska avtalan er munandi meira víðfevnd enn tann føroyska. Føroyar hava tollfrælsi fyri meginpartin av teimum fiskavørum, sum eru nevndar í kap. 3 í vøruskránni. Sama tollfrælsi er tó ikki á teimum føroyskt virkaðu fiskavørunum, sum eru fevndar av kap. 16 í vøruskránni, eitt nú niðursjóðaðar fiskavørur.

 

Sum dømi kann nevnast, at tollurin á føroyskum niðursjóðaðum makreli er 25 %, meðan hann nú er 0 % á kanadiskum niðursjóðaðum makreli.

 

Kelda: seafoodsource.com

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi