Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Myndir frá FM fyri handverkslærlingar
Fyrsta FM fyri handverkslærlingar varð hildið á Torginum í SMS tann 5. og 6. oktober. Tiltakið var sera væl eydna, og hava fyriskipararnir longu avgjørt, at FM skal haldast aftur.

 

Luttakararnir byrjaðu tíðliga hósmorgunin tann 5. oktober, longu áðrenn handlarnir í SMS lótu upp. Síðani setti Løgmaður, Aksel V. Johannesen, kappingina kl. 10.30. Nógv fólk var samlað á Torginum í SMS til setanina og ígjøgnum allan dagin. Ein av fyriskiparunum, Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, var sera fegin um tiltakið:

 

”Fólk hava tikið ómetaliga væl ímóti kappingini. Eg havi tosað við pensioneraðar handverkarar, sum vóru heilt rørdir av at síggja so stórt fokus á handverkið. Eisini havi eg tosað við mammur, sum fyrr vóru skeptiskar um, at barn sítt ynskti at fara í læru, men sum nú vóru nógv meira positivar um yrkisútbúgvingar.”

 

Kappast varð í fakunum timbur, rørsmíð og hárfríðkan. Luttakararnir vóru í gongd allan hósdagin og byrjaðu aftur tíðliga fríggjamorgunin. Kappingarnar endaðu kl. 15.00 fríggjadagin, tá døming fór fram. Kl. 17.00 var handan, har vinnararnir vóru funnir. Tað var Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sum handaði vinnarunum steyp.

 

Her eru myndir, sum Finnur Justinussen hevur tikið, frá FM fyri handverkslærlingar:

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi