Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Belgiski ambassadørurin á vitjan
Mikudagin í farnu viku var belgiski ambassadørurin Leo Peeters á vitjan í Vinnuhúsinum, har hann varð kunnaður um føroyskt vinnulív.

 

Á fundinum við belgiska sendiharran var høvi at kunna ambassadørin breitt um føroyska vinnu.

 

Føroyskt vinnulív hevur stóran áhuga í, at frihandilssáttmálin við ES verður gjørdur enn betri, hetta fyri at betra um møguleikan at útflyta virkaðar vørur, m.a. í dós til ES marknaðin uttan toll.

 

Belgia er ES-limaland, og hevur tað alstóran týdning at hava góð viðurskifti við Belgia og at tryggja, at vitan er um føroysk vinnuviðurskifti og útflutning.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi