Tíðindi: Áskoðan Ι .
Kommunurnar mugu halda aftur í útreiðsluvøkstrinum
Stór ferð er á búskapinum og kommunurnar eiga at halda aftur í útreiðslunum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á kommunurnar um sjálvbodnar at tálma útreiðsluvøksturin, so hann verður munandi lægri enn inntøkuvøksturin, sum vit síggja í hesum árum. Um kommunurnar ikki megna at gera hetta sjálvbodnar, mugu kommunuútreiðslurnar stýrast sentralt, sum ein partur av einari samlaðari stýring av almenna búskapinum. Føroya Arbeiðsgevarafelag er sostatt partvíst samt við Búskaparráðið, sum fleiri ferðir hevur mælt til eina samskipaða stýring av kommunalu útreiðslunum.

 

Nú fíggjarætlanirnar fyri komandi ár verða lagdar fram hevur tað alstóran týdning, at kommunurnar lurta eftir Búskaparráðnum, og eru við til at taka ábyrgd av samlaða føroyska búskapinum og ikki skunda undir upphitingina.

 

Onkrar av fíggjarætlanunum bera boð um, at sjálvt um inntøkuskatturin hjá kommununum er vaksin sera nógv, er ætlanin at brúka allan ella størsta partin av øktu inntøkunum til íløgur og rakstur. Hetta hóast vit vita, at inntøkuvøksturin, í stóran mun, er úrslit av konjunkturunum, og at tað skjótt kann fara at ganga hin vegin aftur.

 

30. august legði Búskaparráðið fram frágreiðing sína, har greið tilmæli eru um, at kommunur og land mugu samskipa sínar fíggjarætlanir og steðga konjunkturviðgangandi  atburðinum. Búskaparligu hagtølini benda framvegis á, at vit eru í hákonjunkturi, so einki er broytt í so máta síðan august mánað. Arbeiðsloysið er sera lágt og arbeiðsvirknið sera høgt, harafturat er tilflyting.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tá stórur vøkstur er í skattainntøkunum, eiga kommunurnar at spara upp til verri tíðir, og/ella at leggja til rættis fyri ein skattalætta, sum er burðardyggur uppá longri sikt. 

 

Tørvurin á tænastum, sum vit borgarar fáa frá landi og kommunum er ómettiligur, tí tær eru ókeypis at móttaka. Tó eru tær ikki ókeypis at framleiða, og tað er tí skattaborgarin, sum rindar í síðsta enda. Júst tí, at tænasturnar eru ókeypis, er hesin tørvur ikki altíð reellur. Fremsta uppgávan hjá lands- og kommunupolitikarum er at raðfesta millum tey átøk, sum skulu fremjast, við størstu virðing fyri skattapengunum hjá okkum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur ikki, at raðfestingarnar eru nóg neyvar og virðingin fyri skattapengunum nóg munagóð, tá lagt verður upp til at brúka øktar inntøkur uppá eini 8-9%, sum dømi eru um. Í staðin fyri at spara upp ella at lækka skattin hjá skattaborgaranum verður næstan hvør króna í øktum inntøkum brúkt.

 

Uttan at taka dagar ímillum, hvat skal raðfestast fremst, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag at kommunurnar eiga at halda aftur í hesum døgum. Halda aftur í rakstrarútreiðslunum eins væl og í íløgum. 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi