Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Vinnuhúsið luttekur á Jobmatch 2017
28. desember verður Norðurlandahúsið karmur um Jobmatch 2017. Tá hava fyritøkur og lesandi møguleika at hittast og práta um starvsmøguleikar, samstarv og annað.

 

Jobmatch var fyrstu ferð í 2008, og undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi hvørt ár. Í ár luttaka fleiri enn 40 fyritøkur og stovnar, og tey eru øll klár at hitta føroysk lesandi og onnur vitjandi.

 

Vinnuhúsið hevur luttikið á Jobmatch síðan byrjan, og eisini í ár verður Vinnuhúsið við í Norðurlandahúsinum, og vísir fram heimasíðu okkara leinkjan.fo. Endamálið við leinkjuni er at verða millumlið millum vinnuna og føroyingar undir útbúgving, fyri at skapa sambond, og at lesandi kunnu finna uppgávur at skriva um føroysk viðurskiftir.  

 

Les meira um Jobmatch 2017 á www.jobmatch.fo.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi