Tíðindi: Útbúgving og gransking Ι .
Granskingarráðið kunnar um stuðul til vinnu-ph.d.
Kunningarfundur verður í Vinnuhúsinum nú mikudagin tann 29. november kl. 15.00.

 

Granskingarráðið fer á fundi í Vinnuhúsinum mikudagin 29. november at kunna um møguleikarnar fyri at søkja um ymiskar stuðulsmøguleikar, herundir stuðul til at seta í starv ein vinnu-ph.d. Granskingarráðið hevur fingið møguleika fyri at stuðla 3 vinnu-ph.d. verkætlanum við upp til 1 mió kr. hvør, og Granskingarráðið kunnar á fundinum um endamál og krøv í hesum sambandi.

 

Á kunningarfundinum verður eisini kunnað um aðrar stuðulsmøguleikar, eitt nú Horizon 2020.

Líknandi kunningarfundir verða á Kambsdali tann 28. november og í Vági tann 30. november.

 

Nærri upplýsingar um kunningarfundirnar sæst her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi