Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt setanarprógv til limirnar at brúka
Setanarprógvini gera tað lættari at uppfylla lógarásettar skyldur.

 

Til tess at lætta um hjá limunum í Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum hevur felagið nú gjørt dagførdar leistir til setanarprógv, sum eru løtt at fylla út, og sum uppfylla treytirnar í lóg um setanarprógv.

 

Setanarprógvini, sum eru tøk, eru fyri arbeiðarar, handverkarar og starvsmenn.

 

Tað er ein skylda hjá arbeiðsgevara at lata starvsfólkum sínum setanarprógv.

 

Øll, sum eru sett í starv í meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava setanarprógv. Setanarprógvið skal verða latið í seinasta lagi ein mánaða eftir, at setanin er byrjað. Um arbeiðstíðin er minni enn 8 tímar í miðal í fyrstuni og síðan hækkar, skal setanarprógv latast, tá arbeiðstíðin seinastu 4 vikurnar í miðal er hægri enn 8 tímar um vikuna.

 

Fyri løntakarar, sum eru byrjaðir í starvinum áðrenn 1. juni 2008, og sum framhaldandi eftir 1. juni 2008 eru í starvi, er ein skiftisskipan galdandi. Eftir henni hevur arbeiðsgevarin skyldu til eftir áheitan frá løntakara at lata setanarprógv í seinasta lagi 2 mánaðir eftir áheitanina.

 

Eru broytingar í setanartreytunum ásetur lógin, at arbeiðsgevarin í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at broytingin fær gildi, gevur løntakara skrivlig boð um hetta.

 

Við nýggju leistunum til setanarprógv verður lættari hjá arbeiðsgevarum at røkja lógaráløgdu skyldu sína. Setanarprógvini eru einans ætlað limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess og eru tøk á heimasíðu www.industry.fo  

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi