Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 05. februar 2018
KT-felagið: talið er 627
Í farnu viku legði KT-felagið fram kanning, um hvussu nógv KT-starvsfólk eru í Føroyum, og innan hvat KT-øki hesi starvast.

 

Kanningin vísur, at tað eru 627 ársverk innan KT í Føroyum. Har afturat eru 68 ársverk við fólkum, sum arbeiða í KT vinnuni, men sum tó ikki kunnu roknast sum beinleiðis KT-fólk. Úrslitið er hægri, enn KT-felagið hevði mett undan kanningini.

 

Við úrslitinum kann vísast á, at tað finst ein góð breidd í førleikum hjá føroyskum KT starvsfólkum. KT starvsfólk í Føroyum arbeiða við at greina, menna, sniðgeva og selja KT, og tí megna tey at lofta flestu KT-uppgávum.

 

Kanningin vísur, at 2,3% av samlaðu arbeiðsfjøldini í Føroyum starvast innan KT. Hetta er nakað lágt, um hugsað verður um londini rundanum okkum.

 

Samanborið við miðal fyri OECD londini, sum er 3,7%, so vildi talið verið 992 ársverk í Føroyum. Hetta sigur ikki, at okkum manglar ársverk, men er ein ábending um, at vit hava fá KT-fólk í vinnuni í mun til londini rundanum okkum.

 

Útfrá kanningini sæst eisini, at tað eru nógv smá umhvørvi, tað vil siga fá ársverk hjá teimum flestu og tískil fáir persónar, og so eru tað nøkur fá stór umhvørvi.

 

Í alt eru 489 ársverk í privata geiranum, ímeðan tað eru ávikavist 114 í tí almenna og 24 í tí kommunala geiranum.

 

Hetta er fyrsta kanning eftir hesum leisti, og ætlanin er, at kanningin skal vera endurtikin eftir sama leisti seinni. Henda kanningin er tí grundarsteinurin fyri framtíðar kanningum, og kunnu vit í framtíðini meta um gongdina í vinnuni. Harafturat hava vit við úrslitinum møguleikan at samanbera talið av KT starvsfólkum mótvegis øðrum londum.

 

Øll úrslitini frá kanningini kunnu lesast á www.kt.fo.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi