Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 12. februar 2018
Seinasta freist at melda til handilsferðina til Turkalands
Í døgunum 27. februar til 2. mars fer ferðalag við Poul Michelsen, landsstýrismanni, á odda til Turkalands á handilsferð. Á ferðini verður høvið hjá føroyskum fyritøkum at hitta møguligar samstarvspartar innan teirra virkisøki, eins og høvi verður at kunna seg um marknaðarviðurskifti í Turkalandi.

 

Tilmelding fer fram hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum við at senda teldupost til sveinm@uvmr.fo í seinasta lagi í morgin týsdagin 13. februar á midnátt.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi