Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Løgmaður helt røðu fyri evropeiskum alarum í Føroyum
Fríggjadagin og leygardagin helt evropeiska alarafelagið aðalfund í Føroyum. 60 fólk úr 10 londum vóru á fundinum, sum Kaj Leo Johannesen løgmaður setti fríggjamorgunin.

Kaj Leo Johannesen, Løgmaður, Ragnar Joensen, formaður Havbúnaðarfelagnum og John Stefanis, presidentur í FEAP.

 

 

Í røðu síni segði løgmaður m.a. frá um, at umstøðurnar fyri fiskaaling nærum er fullkomnar í Føroyum, og at føroyska alivinnan er burðardygg, bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga. Hóast føroyska alivinnan var fyri stórum bakkøstum fyri fáum árum síðani, hevur vinnan megna at endurreisa seg aftur og stendur í dag fyri 22% av føroyska útflutninginum.

Les røðuna hjá løgmanni í síni heild her

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi