Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Freistin til kunningartiltakið: hvussu kemur fyritøkan styrkt ígjøgnum fíggjarligu avbjóðingarnar, er longd.
Nøkur pláss eru eftir til tiltakið. Freistin fyri tilmelding er tí útsett til fríggjadagin 5. juni.

 

Hvussu møtir tín fyritøka avbjóðingunum?
 
Vinnuhúsið skipar fyri kunningartiltaki, har fyritøkan fær vitan og amboð til at møta tíðarinnar avbjóðingum
 
Tiltakið verður fyriskipað saman við Deloitte, sum er danskt ríkisgóðkent grannskoðarafelag. Á degnum fara Peter Zdrinka Nannestad og Troels Erland Jensen at kunna um, hvat fyritøkuleiðslur skulu leggja áherðslu á í tíðum við fíggjarligum avbjóðingum. 
 
Komið verður inn á fíggjarstýring, stýring av arbeiðskapitalinum, optimering av rakstrinum, váðaavmarking, strategisku kósina, keyp og sølu av fyritøkum, endurreisn og nevndarábyrgd í kreppuraktum fyritøkum.
 
Tilmelding og meira kunning um tiltakið er á www.industry.fo.  
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi