Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Føroya Handverksmeistarafelag havt aðalfund
Mikudagin 27. mai hevði Føroya Handverksmeistarafelag aðalfund, har m.a. lógarbroytingar og nevndarval vóru á skránni.

 

Lógarbroytingarnar snúðu seg serliga um tillagingar í limagjaldinum, men samstundis vórðu eisini aðrar tillagingar gjørdar í lógunum.
Í nevndini sita nú Magnus Magnussen og Jón Danielsen, sum umboða Havnar Handverksmeistarafelag, Jón T. Eliassen, umboð fyri Eysturoyar Handverksmeistarafelag, Eydna S. Mikkelsen, umboð fyri Vága Handverksmeistarafelag, og Anskar Hansen umboð fyri Meistarafelagið í Klaksvík.
Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Magnus Magnussen sum formanni og Jón T. Eliassen sum næstformanni.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi