Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Føroyar vertur fyri arktiskari ráðstevnu
Tann 8. og 9. mai verður ráðstevnan ”Arctic Hubs” í Norðurlandahúsinum, og á skránni eru hópin av føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum, sum fara at viðgera evnir, sum hava týdning fyri londini í arktiska økinum. Arctic Hubs er økisráðstevna, sum er samskipað av fyriskiparunum av Arctic Circle í Íslandi.

 

Umframt politikarar og útlendskar gestarøðarar vera eisini føroysk vinnulívsfólk á skránni. Vinnuhúsið skipar fyri fyrilestrum undir yvirskriftini ”Excellence in the Arctic”, har góðar søgur úr Føroyum um menning, samstarv og vøkstur verða settar á breddan. Fyrilestrahaldararnir verða Atli Gergersen, stjóri í Hiddenfjord, Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Richard Mortensen, sølu- & marknaðarleiðari í Mest, Thora Augustinussen, sølu- & marknaðarleiðari á Hotel Føroyum og Karen Vist, vínserfrøðingur á Koks.

 

Høvuðsevnini á ráðstevnuni eru nýggir vinnuligir vakstrarmøguleikar, samferðsla og infrakervi, og demografiskar avbjóðingar og møguleikar hjá samfeløgunum í Arktis.

 

Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Arctic Circle skipa fyri Arctic Hubs í Føroyum. Skrá og tilmelding er á heimasíðuni hjá Arctic Circle. 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi