Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Norski útflutningurin av laksi til USA er trífaldaður
Útflutningurin av norskum laksi til USA er meira enn trífaldaður higartil í ár. Hinvegin er norski útflutningurin til Ukraina í stórari minking.

 

Samlaði útflutningurin av norskum laksi frá januar til og við mai í ár er góð 304.000 tons, í mun til 285.000 tons somu tíð seinasta ár. Útflutningurin av laksi til ES er øktur umleið 12.000 tons í ár í mun til seinasta ár.
Útflutningurin av laksi til Ukraina er minkaður nærum í eina helvt av útflutninginum seinasta ár. USA vísir seg at vera eina vaksandi marknaður. Higartil í ár er útflutt meira enn trífalt so nógv sum sama tíðarskeið í 2008 ella 12.500 tons av laksi.
 
Kelda:www.kyst.no
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi