Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 08. oktober 2018
Meistarafelagið vertur fyri finskari vitjan
Ídnaðarfelagið úr Forssa í Finlandi var í farnu viku á vitjan hjá Føroya Handverksmeistarafelag.

 

Ferðalagið við vinnulívsfólki, borgarstjóra og miðlum taldi 33 fólk. Tey ynsktu at vitja vinnu og kommunur í Føroyum, umframt at síggja vøkru føroysku nátturuna.

 

Bussurin var ikki meira enn komin til Havnar hósdagin seinnapart, tá Ídnaðarfelagið úr Forssa fór á vitjan í Tórshavnar Kommunu, har Annika Olsen, borgarstjóri tók ímóti. Hon hevði síðani fund við Jari Kesäniemi, borgarstjóra í Forssa, meðan restin av ferðalagnum var rundtúr, sum endaði í Posthúskjallaranum, har Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, hevði upplegg um býin.

 

Morgunin eftir var Ídnaðarfelagið á vitjan á Mest, har stjórin Mouritz Mohr vísti teimum runt á skipasmiðjuni og greiddi frá um skipasmíð og Føroyar sum maritiman tænastudepil. Haðani gekk leiðin niðan í Vinnuhúsið, har Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, tóku ímóti. Tosað varð um føroyska vinnu, út- og innflutning og vinnupolitikk.

 

Eftir døgurða vitjaði Ídnaðarfelagið úr Forssa vindmyllulundina í Húsahaga. Hákun Djurhuus, stjóri, og onnur á SEV, vístu gestunum runt og greiddu frá um orkunýtsluna og framtíðarætlanir við grønari orku í Føroyum. Síðani gekk leiðin til Runavíkar, har Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Petur Frank Joensen, næstformaður í Føroya Handverksmeistarafelag, vóru vertir. Har fingu tey eitt hugnaligt prát um kommunal viðurskiftir. Eisini greiddi Torbjørn Jacobsen, á sín serstaka og undirhaldandi hátt, frá um føroya søgu.

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi