Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Færri verða søgd úr starvi í Danmark
Danskir starvsfólkaleiðarar fara ikki at undirskriva líka nógv uppsagnarskriv, sum teir hava gjørt síðsta hálva árið. Tað verða nevniliga færri danir sagdir úr starvi komandi hálva árið.

 

Talan er ikki longur um hópuppsagnir – og longur er ímillum uppsagnarskrivini nú, enn tað hevur verið hetta síðsta hálva árið. Tað skrivar danska blaðið Søndagsavisen.
 
Sambært blaðnum hevur fíggjarkreppan havt við sær, at síðstu seks mánaðirnar er talið av starvsplássum í Danmark minkað við 106.000. Líkt er tó til, at henda gongdin er við at steðga, tí privatu arbeiðsgevararnir í Danmark rokna við, at komandi tríggjar mánaðirnar verða 17.000 færri starvspláss, og næstu tríggjar mánaðirnar minkar talið bert við 4.000.
 
Hesi tølini eru frá starvsbarometrinum á heimasíðuni ofir.dk
 
Jens Brendstrup, leiðandi búskaparfrøðingur í Dansk Erhverv, sigur, at tølini vísa, at tað fría fallið er steðgað. Hann sigur eisini, at fyritøkurnar síggja vaksandi sølu og seta nýggj fólk í starv.
 
Bæði í Dansk Industri og í Arbejderbevægelsens Erhvervsråd eru tey tó varin við at gleða seg ov tíðliga.
 
Okkara egnu kanningar vísa eisini, at færri fyritøkur hava ætlanir um at siga fólk úr starvi í 3. ársfjórðingi enn í teimum undanfarnu ársfjórðingunum. Tað kann merkja, at økingin í arbeiðsloysinum við 10.000 persónum um mánaðin, soleiðis sum tað hevur verið í síðstuni, ikki heldur fram í 3. ársfjórðingi. Enn er tað tó ikki soleiðis, at fyritøkurnar hava beinleiðis jaligar metingar um, at arbeiðsloysið fer at minka, sigur Jens Erik Zebis, búskaparligur ráðgevi í Dansk Industri.
 
Tað sama sigur Frederik I. Pedersen, leiðandi greinari í Arbejderbevægelsens Erhvervsråd.
 
Kelda: Ritzau 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi