Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Marine Harvest Faroes fingið GlobalGap góðkenning
Føroyska alifyritøkan, Marine Harvest Faroes, er, sum fyrsta alifyritøkan í Føroyum, GlobalGap góðkend. GlobalGap er góðskustandardur, sum verður brúktur innan alivinnuna og hervið verður roknað við, at Marine Harvest Faroes fær lætt um atgongd sína til marknaðin.

 

Endamálið við GlobalGap er at tryggjað fiskavælferðina, umhvørvisverndina, matvørutrygdina og starvsfólkatrygdina. Við góðkenningini kann Marine Harvest skjalprógva fyri keyparum sínum og viðskiftafólki annars:
- at fyritøkan ansar eftir umhvørvinum, har alifiskurin búleikast.
- at alifiskurin hevur tað gott, meðan hann svimur í ringunum
- at alifiskur er trygg matvøra
- at starvsfólkini arbeiða undir tryggum og mennandi umstøðum.
Um fiskurin hevur góðar umstøður at liva í, trívist hann væl. Tað merkir, at hann veksur, sum hann skal og hevur bestu góðsku.
GlobalGap er kendasti góðskustandardur innan aling og við honum fær fyritøkan lættari atgongd til kræsnar keyparar og lættari verður at fáa hendur á góðum sølusáttmálum. Ein slík góðkenning veitir keyparum størri álit á vøruna. Við góðkenningin megnar Marine Harvest betri at kappast á altjóða marknaðum.
GlobalGap borgar fyri, at allar mannagongdir í felagnum eru rættar og eru niðurskrivaðar og fylgdar. Góðkenningarfelagið, Food Certification International úr Skotlandi hevur gjøgnumgingið manna­gongdirnar og góðkent felagið.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi