Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Laksaprísurin fellur munandi
Seinastu vikurnar er laksaprísurin fallin munandi. Ein orsøk er, at norðmenn hava munandi meira fisk í sjónum, enn hildið varð, og hesin fiskurin verður tikin nú.



Laksaprísurin hevur verið góður nú eina tíð, men nú fellur prísurin. Orsøkirnar eru fleiri. Ein orsøk er, at norðmenn hava munandi meira fisk í sjónum, enn roknað varð við, og tøkan seinastu vikurnar hevur tí verið munandi størri, enn tøkan somu vikur fyri einum ári síðani. Summar vikur er munurin umleið 30%.
Somuleiðis hevur norska stjórnin økt um nøgdina á alifiski, sum alarar kunnu hava á einum aliøki, við 5%, umframt at latið nógv nýggj aliloyvir kring alt landið. Norðmenn vísa marknaðinum, at har er nógvur fiskur at fáa, og hevur hetta óivað eina ávirkan á atburðin á marknaðinum.
Um hugt verður eftir fóðursøluni í Noregi sæst, at fóðursølan er økt 13% higar til í ár í mun til sama tíðarskeið í 2008, harav økingin í nýtsluni av laksafóðri er økt 18%. Hetta gevur ábendingar um munandi meira fisk í sjónum, og meira enn tann vøkstur, sum norðmenn fyrr hava boðað frá, á 7-8% um árið.
Samanumtikið verður roknað við, at norðmenn næstu tíðina fara at økja so nógv um framleiðsluna av laksi, at laksaprísurin fer at falla enn meira.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi