Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Norski útflutningurin av laksi eksploderar
Í august mánaða útfluttu norðmenn laks fyri 1,9 mia. norskar kr.. Hetta er 529 mio. kr. ella 39% meira enn sama mánaða seinasta ár.

 

Í nøgd er økingin av norska laksaútflutninginum 29% ella 14.600 tons í august mánaða. Hetta meðan laksaprísurin er fallandi. Samanborið við juli mánaða er miðalprísurin fallin við meira enn 6 kr. kg.
”Orsøkin til fallandi laksaprísin er fyrst og fremst tann økta nøgdin av laksi á marknaðinum”, sigur Paul Aandahl frá Eksportutvalget for fisk ”útflutta nøgdin av laksi seinastu vikuna í august, øktist 41%, samanborið við somu viku í 2008”.
Higartil í ár er samlaði norski útflutningurin av laksi øktur 52.000 tons ella 12% í mun til seinasta ár.
Nøgdin av laksi til amerikanska marknaðin var í august 3.800 tons av laksi í rundari vekt. Hetta er fimm ferðir so nógv sum sama tíðarskeið í fjør.
Eisini eystur-evropiski marknaðurin veksur og í august er hesin marknaður øktur 2.000 tons ella 42 %. Tað er russiski marknaðurin, sum stendur fyri vøkstrinum. Ukrainski marknaðurin tekur somu nøgd higartil í ár, sum sama tíðarskeið seinasta ár.
Eisini ES marknaðurin tekur væl meira av laksi í august mánaða í ár, samanborið við august mánaða seinasta ár. Nøgdin er økt við 7.200 tonsum ella 18%.
Norski útflutningurin av sílum er øktur í virði, men ikki í nøgd, í august mánaða. Útflutningsvirðið er økt við 153 mio. kr. ella 17%, meðan nøgdin er fallin við 800 tonsum ella 13%.
 
Kelda: www.kyst.no.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi