Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Norðmenn seta væntandi meira fisk út í heyst enn undanfarna ár
Hagtøl frá vaksinuframleiðaranum Pharmaq tíða uppá, at norðmenn seta meira fisk út til heystar enn undanfarna ár. Samstundis er sølan av vaksinu til tosk minkað við 57%.

Til og við august mánaða 2009 er sølan av vaksinu til laks økt 16 % í mun til 2008. Hetta er ein øking frá 86,7 mió dosum í 2008 til 100,4 mió dosir í 2009. Grunda á hesi tøl verður roknað við, at norðmenn fara at seta meira laks út í heyst enn undanfarna ár, tá 110 mió vóru sett út. Tó vísur tað seg, at sølan av vaksinu til tosk framhaldandi minkar. Seinasta ár vóru 2,8 mió dosir seldar til tosk, meðan í august í ár eru bara 1,2 mió dosir seldar, sambært Pharmaq.

(Kelda: www.kyst.no)

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi