Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Laksaprísurin fellur alsamt
Seinastu vikurnar er laksaprísurin fallin munandi. Orsøkin til hetta er økt útboð av laksi á evropeiska marknaðinum.

 

Laksaprísurin er fallin á evropeiska marknaðinum. Orsøkin er økt útboð á laksi á marknaðinum, sum fyrst og fremst stendst av, at norðmenn hava nógvan fisk í sjónum, sum verður tikin í løtuni. Sum útlitini eru kann ikki roknast við at broyting kemur á hesum økinum næstu tíðina.
 
Laksaprísurin, sum lág um 30 kr. kg. fyri fáum mánaðum síðani er nú fallin niður á 22 kr. kg. Sostatt er laksaprísurin komin niður ímóti framleiðslukostnaðinum og tað skal ikki nógv til áðrenn alivinnan hevur beinleiðis hall av laksaframleiðsluni.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi