Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Aliráðstevna 2010
Havbúnaðarfelagið hevur seinastu árini skipað fyri aliráðstevnu. Soleiðis verður eisinni komandi ár og nú er avgjørt, at aliráðstevnan verður 26. februar 2010.

 

Eins og undanfarin ár verða fastir tættir á skránni, sum lýsa marknaðargongdina og útlitini, umframt at lívfrøðiliga støðan í føroysku alivinnuni verður lýst. Somuleiðis verða útlendskir fyrilestrahaldarar, sum koma at greiða frá nýggjastu granskingarúrslitunum innan aling.
 Endaliga skráin er ikki klár enn, men so skjótt, sum hon er klár verður meira at frætta.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi