Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Ov nógvir feilir í almennu útbjóðingunum
Ein nýggj kanning hjá danska Handverksráðnum vísir, at feilir í útbjóðingunum hava við sær ósemjur, seinkingar og eyka útreiðslur.

Danskar byggifyritøkur stríðast við ófullfíggjað útbjóðingartilfar frá almennum byggiharrum. Heilt nógvar almennar útbjóðingar lúka hvørki lógarásettar treytir ella tær standardtreytir, sum byggiharrar og byggifyritøkur hava orðað. Úrslitið er alt ov ofta ósemjur, meirkostnaðir og seinkingar. Hetta vísir ein kanning hjá Handverksráðnum, sum er høvuðsvinnugreinafelag hjá fleiri enn 20.000 smáum og miðalstórum fyritøkum í m.a. byggivinnuni.

“Vit kunnu staðfesta, at nógvir almennir byggiharrar seta byggifyritøkurnar í skákmát. Útbjóðingartilfarið er so ófullfíggjað, at byggingin næstan má miseydnast. Orsøkirnar til seinkingar, stórar eyka kostnaðir og ósemjur millum byggiharrar og handverkarafyritøkur finnast tí alt ov ofta í ov illa frágingum útbjóðingartilfari”, sigur byggilógfrøðingurin Frederikke Abildtrup frá Handverksráðnum.
Kanningin hjá Handverksráðnum byggir á svar frá 370 byggifyritøkum, ið allar hava drúgvar royndir við at arbeiða fyri almennar byggiharrar.
Kanningin vísir, at tað er sjálvdan, at byggifyritøkurnar halda útbjóðingartilfarið vera so greitt og eintýðugt, at tað er egna til at geva tilboð eftir. Hetta er beint ímóti ætlanini við standardavtaluni, AB92, sum partarnir í byggivinnuni eru samdir um at fylgja.
“Tað kemur illa við hjá fyritøkunum, at almennir byggiharrar sum oftast víkja frá regluni um, at tað skal bera til at geva tilboð, einans við støði í útbjóðingartilfarinum. Hetta er eitt ógvuliga keðiligt rák, tí jú fleiri frávik verða gjørd í mun til AB92, jú størri eyka kostnaðir eru at síggja hjá báðum pørtum í byggingini”, sigur Frederikke Abildtrup.
Almennu útbjóðarirnir og privatar byggifyritøkur hava í nógv ár tosað væl saman sína millum, men nýggja kanningin vísir, at trupulleikin við vánaligum útbjóðingartilfari framvegis er líka stórur.
Ógreið krøv, óneyvar tekningar og byggifrágreiðingar, saman við ógvuliga strømmum tíðarætlanum, hava týdning bæði fyri góðskuna á byggingini og samlaða kostnaðin – bæði hjá byggifyritøkum og byggiharrum.
Frederikke Abildtrup sigur, at um almennu útbjóðingarnar skulu virka ordiliga, er greitt, at tørvur er á realistiskum tíðarætlanum, greiðum og eintýddum útbjóðingartilfari, betri byggistýring og ikki minst, at hugsað verður meira um góðsku og ikki bara um so lítlan kostna sum møguligt.
Kanningin hjá Handverksráðnum vísir annars millum annað:
·        At í út ímóti 80% av útbjóðaðu arbeiðunum er neyðugt at gera eyka arbeiðir, sum ikki eru við í upprunaligu útbjóðingini.
·        At tað sjálvdan eru 15 arbeiðsdagar til at rokna tilboð í, soleiðis sum danska útbjóðingarlógin annars ásetur.
·        At fyritøkur sjálvdan kunnu geva tilboð einans við støði í útbjóðingartilfarinum.
Kelda: www.hvr.dk
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi