Tíðindi: Inn- og Útflutningur Ι .
Russland er ein vakstrarmarknaður
Komandi viku er toppfundur millum ES og Russland. Hetta hendir samstundis sum Russland er á veg út úr fíggjarkreppuni, skrivar Dansk Industri (DI). Russiski marknaðurin er stórur og sostatt eru útflutningsmøguleikarnar stórir - og teir gerast størri, sum árini ganga.

 

Russiski búskapurin er hart raktur av fíggjarkreppuni. Frá januar til september í ár er BNP fallið við 10%, men takkað verið øktum oljuprísum og globalum eftirspurningi roknar Verðinsbankin við, at russiski búskapurin veksur 3% komandi ár og í 2012verður roknað við at hann er á sama støðið um undan fíggjarkreppuni.
18. nov. í ár verður toppfundurin millum ES og Russland í Stokholmi. Hetta verður eina spennandi toppfundur við stórum møguleikum heldur ráðgevi í DI, Joakim Larsen. Sjálvt um seinastu árini hava víst, at Russland er proteksjonistiskt so vónar DI, at Russland skjótt verður limur í WTO. (Kelda: www.di.dk)
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi