Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Arbeiðsskaðatryggingarlógin
Arbeiðsskaðatryggingarlógin kemur í gildið 1. januar 2010. Í hesum sambandi skipar Vinnuhúsið fyri einum kunningartiltaki har greitt verður frá nýggju reglunum.

 

Arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar eru fevndir av lógini. Greitt verður frá, hvørjar skyldur arbeiðsgevarin hevur, og hvørji rættindi hin skaddi hevur. Eisini verður greitt frá um arbeiðsskaðar, vinnusjúkur og vinnusjúkugrunnin. Talan er um generella kunning um nýggju lógina og ymisk praktisk viðurskifti tengd at henni.
 
Kunningartiltakið verður
 
·        Tórshavn: týsdagin, tann 8. desember 2009 á Hotel Hafnia frá kl. 9.00 - 11.00
 
·        Klaksvík : týsdagin, tann 8. desember 2009 í Atlantis í frá kl. 13.30 - 15.30.
 
Tilmelding umvegis heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo ella tlf. 309900. Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 4. desember 2009.
 
Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi