Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Faklærd finna sær skjótast eitt nýtt starv
Eisini ófaklærd finna sær skjótt eitt arbeiði, um tey eru arbeiðsleys. Hinvegin tekur hetta longri tíð hjá akademikarum.

 

Hetta vísir greining, sum tíðindabrævið hjá Dansk Arbejdsgiverforening, Agenda, hevur gjørt.

Persónar við fleiri ára skúlagongd hava ringast við at finna eitt nýtt starv, um tey missa sítt starv í hesum niðurgangstíðum. Persónar, sum hinvegin bert hava fólkaskúlaprógv, eru í teimum bólkunum, sum skjótast fáa nýtt starv tríggjar teir fyrstu mánaðirnar sum arbeiðsleys.

 

Knapt 40% av handverkarunum og 37% av teimum ófaklærdu, sum mistu starvið teir fyrstu fimm mánaðirnar í árinum, fingu nýtt starv innan tríggir mánaðir vóru farnir. Fyri tey við eini longri víðari útbúgving var talið bert 28%.

 

Í felagnum Træ-Industri-Byg, sum hevur faklærd innan byggivinnuna, heldur leiðarin í arbeiðsloysiskassanum, Otto Nielsen, at faklærd fyrst og fremst ikki eru bangin fyri at fáa sær starv í øðrum vinnugreinum og sum ófaklærd.

”Vit hava sæð tað undir øðrum kreppum. Faklærd eru sera fleksibul og taka nógv ymisk størv. Eg fái ikki prógva tað við eini kanning, men tað er mín heilt greiða fatan.”

”Hetta er orsakað av, at man jú fyri ein part skal hava breyð á borðið, og fyri ein part tí at vit í Danmark hava lætt við at siga fólki úr starvi og at seta fólk, og tað hendir helst oftari fyri ófaklærd enn fyri akademikarar. Starvstrygdin fyri faklærd er yvirhøvur meiri ávirka av konjunkturinum,” sigur hann.

 

Í DJØF, sum m.a. hevur løg- og búskaparfrøðingar sum limir, er arbeiðsmarknaðarpolitiski leiðarin, Lars Munck, ikki bilsin av greiningini.

”Arbeidsmarknaðurin hjá akademikarum er meira specialiseraðurin enn hann hjá ófaklærdum og faklærdum. Høgt útbúgvin eru ofta útbúgvin til partsarbeiðsmarknaðir sum t.d. kommunur ella eina serliga vinnugrein, og um henda vinnugrein verður rakt av kreppu, so er avmarkað, hvar tey nýliga uppsøgdu kunnu søkja sær nýtt starv. Harafturat eru setanirnar hjá akademikarunum yvirhøvur rættuliga langar,” sigur hann. Lars Munck er ikki samdur í, at hetta kann vera orsakað av, at akademikarar ikki vilja flyta eftir størvunum ella skifta vinnugrein. Harafturímóti heldur hann, at DJØF’arar yvirhøvir eru meira flytbarir enn allir aðrir fakbólkar.

 

Granskingarleiðari í Anvendt Kommunal Forskning, Torben Pilegaard Jensen, greiður frá, at faklærdir og ófaklærdir persónar oftari skifta starv og vinnugrein enn persónar við longri víðari útbúgving. Hetta gevur fleiri møguleikar fyri at søkja nýggj størv til faklærd og ófaklærd, og tí er lættari fyri hesar bólkar at koma inn á arbeiðsmarknaðin aftur.

”Ein persónur við eini longri víðari útbúgving er í miðal longri í einum starvi enn faklærd. Hetta er millum annað tí, at tað er ein longri innkoyringartíð fyri ein akademikara, tí innihaldi í starvinum er meiri komplekst. Henda innkoyringartíð kostar, og tí syrgir fyritøkan serliga væl fyri, at hon finnur tann rætta til starvið, og fyri at hann ella hon fær neyðuga vegleiðing og stuðul. Og kanska verður tí ein væntan uppbygd til, at man verður eina tíð í starvinum og tí ikki skiftur so skjótt,” sigur hann.

 

Kelda: Agenda – Dansk Arbejdsgiverforening

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi