Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Semjan við Starvsmannafelagið er hin síðsta í hesum samráðingarumfarinum
Sáttmálarnir fyri Føroya Tele og Posta eru soleiðis endin á samráðingarumfarinum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag byrjaði við sáttmálunum við arbeiðarafeløgini í 2007.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið undirskrivaðu í gjár, 22. desember 2009, semju um nýggjar eitt-ára sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta.
 
Kostnaðurin av nýggju sáttmálunum er 3,2% fyri hetta eina árið. Nakað av karminum fór til hækkaði vaktargjøld, og annars fór restin á lønina.
 
Sáttmálarnir fyri Føroya Tele og Posta vóru teir seinastu í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og er hækkingin, sum nú varð løgd á hesar sáttmálar, hin sama sum arbeiðarafeløgini fingu 1. mai 2009 og handverkararnir 1. oktober 2009.
 
Nýggja samráðingarumfarið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag byrjar 1. mai 2010, tá sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini ganga út.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi