Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Tøkan av laksi og sílum fyri 2009 er nú uppgjørd
Havbúnaðarfelagið savnar vikuliga hagtøl frá kryvjivirkjunum fyri tøkuna av laksi og sílum og verður hettar lagt á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum www.industry.fo undir Havbúnaðarfelagnum. Samlaða tøkan av laksi og sílum fyri alt árið 2009 er nú uppgjørd.

 

Sum myndin niðanfyri vísir, er tøkan av laksi aftur omanfyri 50.000 tons í rundari vekt ella á leið á sama støðið sum í 2003. Tøkan av sílum er á sama støðið sum í 2008.
 
Av laksi var tikið 51.500 tons og 8.800 tons av sílum - gjørt upp í rundari vekt.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi