Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Globala útboðið av alilaksi minni í 2009 enn í 2008
Í 2009 er nøgdin av laksi, tikin í øllum heiminum, 2% minni enn í 2008. Tað vísir ein uppgerð, sum Kontali Analyse hevur latið gjørt.

 

Í 2008 var samlaða nøgdin av laksi 1.493.400 tons. Í 2009 var nøgdin 1.460.500 tons ella 2% minni enn í 2008. Orsøkin er serliga at finna í Kili, har framleiðslan av laksi er minkað við 42%. Norra, sum er heimsins størsti framleiðari av laksi, hevur økt sína framleiðslu í 2009 við 15% og er komin uppá 855.300 tons av laksi í 2009.
 
Yvirlit yvir føroysku tøkuna av alifiski er at finna aðrastaðni á síðuni.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi