Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Norðmenn framleiða meira enn 1 mió. tons av alifiski í 2010
Í hesum árinum vil norska framleiðslan av alifiski fara upp um 1 mió. tons av alifiski, vísa metingar hjá Kontali Analyse.

 

Í 2009 er norska framleiðslan av laksi 856.000 tons og roknað verður við, at framleiðslan í 2010 verður 930.000 tons. Í 2009 er framleiðslan av sílum 81.000 tons og framrokningarnar vísa, at í 2010 verður framleiðslan 65.000 tons. Framleiðslan av alitoski í 2010 verður helst 18.000 tons, sum er tað sama sum framleiðslan í 2009.
 
Metingin fyri 2010 er sostatt, at samlaða norska framleiðslan verður beint omanfyri 1 mió. tons.
 
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi