Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι .
Byggivinnan - stuðul fyri MVG av arbeiðsløn til egnan bústað
Sum kunnugt verður stuðulin til MVG av arbeiðsløn lækkaður 1. juli 2010.

 

Sambært TAKS merkir hetta,  at um ein skal fáa tann hægra stuðulin til MVG av arbeiðslønum, tvs. 150.000 kr., skal arbeiðið vera gjørt, rokning send og goldin, áðrenn 1. juli 2010. Somuleiðis skal eisini neyðuga umsóknarblaðið við skjølum vera sent TAKS, áðrenn henda dag.
 
Tað er sostatt ikki nøktandi bert at hava undirskrivað sáttmála áðrenn 1. juli 2010. 
 
Eftir 1. juli 2010 er kvotan 100.000 kr. í mvg.  
 
Umsóknarblað um stuðul fyri MVG av arbeiðsløn til egnan bústað liggur á heimasíðuni hjá TAKS.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi