Tíðindi: Havbúnaður Ι .
Norðmenn økja um framleiðsluna av laksasmolti
Norskir alarar av smolti hava søkt um loyvið at økja framleiðsluna av laksasmolti við góðum 46%.

 

Seinastu tíðina hevur verið nógv tos um, at framleiðsluorkan av smolti í Noregi er ov lítil í mun til eftirspurningin og í ávísum økjum í landinum, verða ov fá smolt framleidd í mun til eftirspurningin. Seinasta ár og í 2008 vóru 237 mió laksasmolt sett út í Noregi og framleiðsluorkan verður mett av verða 267 mió laksasmolt í øllum landinum. Sum ein avleiðing av hesum hava smoltframleiðarar søkt um loyvi at økja um framleiðsluorkuna á smoltstøðunum við góðum 46%. Hetta er ein øgiligur vøkstur og áhugavert verður at fylgja við hvussu gongdin veðrur í hesum málinum (www.intrafish.no).
 
Norðmenn framleiða sum er knappa mió tons av laksi og fráboðað er, at norska framleiðslan helst skal vaksa eini 8% um árið komandi árini.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi