Tíðindi: Fiskivinna Ι .
Framløgur um fiskivinnuroyndir
Í dag verður framløgudagur hjá Fiskivinnuroyndum hildin í hølunum hjá Vinnuháskúlanum í Nóatúni.

Fiskivinnuroyndir er ein játtan, ið verður nýtt til verkætlanir, sum fiskivinnan og granskingarstovnar taka stig til einsæris ella í felag. Árliga eru einar 20 til 30 verkætlanir í skipanini hjá Fiskivinnuroyndum.

Í dag verða úrslit frá nøkrum av verkætlanunum løgd fram, umframt at aðrar framløgur eisini eru á skránni. Útlendskir fyrilestrarhaldarar eru Sigridur Thormodsdottir, sum er senior ráðgevi í Nordisk Innovation Center, sum hon m.a. fer at røða um, og Sigurjón Arason, sum er deildarleiðari hjá Matis í Íslandi. Hann fer eitt nú at tosa um, hvussu vit fáa sum mest burturúr allari rávøruni, sum kemur upp á land úr havinum.
Framløgudagurin, sum byrjaði kl. 9 í morgun, er býttur í tveir høvuðspartar. Fyrrapartin er evnið ”Reiðskapsloysnir og oljusparing”, og seinnapartin ”Framleiðsluloysnir á landi”.
Tað ber til at síggja skránna fyri dagin á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, www.fisk.fo
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi