Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Sáttmálasamráðingar 2010 byrjaðar
Fyrsti fundur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini var í farnu viku.

 

Fyrsti fundur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini í sambandi við sáttmálasamráðingarnar 2010 var hósdagin í farnu viku. Hesin fundurin var ein innleiðandi fundur, har samráðingarnar vórðu skipaðar. Krøvini verða handaði á næsta fundinum millum partarnar. Eftir hetta verða javnir samráðingarfundir millum partarnar inntil 1. mai, tá sáttmálin gongur út, og nýggjur skal koma ístaðin.
Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelg. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað er við hesar samráðingar, at karmurin verður fastlagdur. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni. Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men nevnast kann, at tann rundan, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini í 2007, ikki endaði fyrrenn semjan við Starvsmannafelagið um Posta og Føroya Tele varð undirskrivað í desember 2009.
Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, næstformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur her á heimasíðuni lagt kunning um gongdina í eini vanligari samráðingartilgongd. Her verða eisini løgd tíðindi út, so hvørt okkurt nýtt er at frætta frá samráðingunum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi