Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Sáttmálasamráðingarnar við arbeiðarafeløgini halda fram.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til samráðingarnar.

 

Sáttmálarnir við tey 5 arbeiðarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, vórðu hóskvøldið longdir til í dag, 3 mai, á midnátt.
Sáttmálasamráðingarnar halda sostatt fram í morgun. Eru partarnir ikki samdir um nýggjar sáttmálar, áðrenn teir ganga út, verður semingsstovnurin tilkallaður.
Føroya Arbeiðsgevarafelag ger annars ikki viðmerkingar til samráðingarnar, krøv og møguligar semjur, fyrr enn samráðingarnar eru lidnar.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi