Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι .
Arbeiðgevarafelagið og Flogskiparafelagið undirskrivað semju
Partarnir longdu í gjárskvøldi sáttmálan.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya undirskrivaðu í gjárskvøldi semju um at leingja verandi sáttmála í eitt ár uttan nakrar broytingar.

Hetta hendi eftir at Flogskiparafelagið fyrr í mánaðinum vrakaði eitt semingsuppskot frá 24. apríl. Semingsmenninir gjørdu tí enn eina roynd at fáa semju millum partarnar, og tað endaði so við, at sáttmálin í gjárskvøldi varð longdur til 1. apríl 2011.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi